Nón

Endamálið er søgan, ikki provokatiónin
01-06-2021
Katrin Joensen Næs heldur ikki, at stuttfilmurin "Sæla" fer yvir um mark, men at hann viðgerð ein goymdan trupulleika, ið ikki má umtalast.

Kjak og stríð hevur tikið seg upp nú Jenis av Rana, landsstýrismaður í Mentamálum, fyri aðru fer, hevur noktað filmsverkætlan stuðul, hóast filmsráðgevar hava mælt til at játta stuðul.
Talan er hesa ferð um stuttfilmin "Sæla", sum Katrin Joensen Næs, hevur skrivað leikritið til. Filmurin snýr seg um tað at vera bundin av sex.

Katrin hevur tvær ferðir søkt um stuðul. Fyrru ferð mæltu filmsráðgevarnir hjá Mentamálaráðnum frá at veita stuðul. Men umsóknin er nú broytt og senurnar betri lýstar, og í svarinum til seinnu umsóknina mæla filmsráðgevarnir til at játta stuðul. Teir skriva millum annað at "umsøknin og manuskriptið eru ógvuliga væl frágingin. Góð fólk hava eisini viðmælt verætlanini, so vit hava avgjørt at seta pengar til, í tann mun grunnurin maktar"

Men Jenis av Rana, landsstýrismaður, heldur, at tilfarið er av so grovum slagi, at hann ikki metir seg kunna stuðla verkætlanini. Í svarinum hjá honum stendur, at "handritið lýsir eina søgugongd, ið fyri tað mesta tykist at snúgva seg um kynsligt samband, harðskap og kynsligt samband, ið er blandað við harðskap, og ein høvuðspersón, ið ikki klárar at fáa kynsligan fulnað fyrrenn viðkomandi er á markinum til at beina fyri sær sjálvum". Hann heldur talan vera um so mikið grovar senur, at hann ikki metir seg kunna veita almennan stuðul til verkætlanina.

Men hesum er Katrin Joensen Næs ikki samd í. Hon heldur ikki, at talan er um sexsenur ella aðrar senur, sum fara um mark. "Endamálið við filminum er ikki at provokera. Endamálið er at lýsa eitt evni, ið er tabu, og at lýsa ein trupulleika, sum kann hava álvarsligar fylgjur fyri tey, ið stríðast við honum. Eg eri ikki áhugað í sex, men í evninum og boðskapinum" sigur Katrin Joensen Næs.

Hon vísur á, at handritið kann tykjast ógvusligt, tá ein lesur tað. Men tað er stórur munur á einum handriti og á sjálvum filminum. "Talan er ikki um grovar sexsenur, og eitt nú verða ongin bróst ella kynsgøgn at síggja. Tað er huglagið og kenslurnar, vit vilja lýsa, og hetta greiða vit eisini væl frá í umsóknini" sigur Katrin Joensen Næs.

Felagið føroysk filmsfólk, har Katrin er limur, hevur víst á, at list skal verða fræls og ikki politisk stýrd. Felagið arbeiðir tí fyri, at filmstuðulin verður umskipaður til ein grunn fyri at tryggja, at armslongdarprinsippið verður galdandi.

Lurtið eftir samrøðuni við Katrina Joensen Næs

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022