Nón

Fantastiskt at arbeiða og búgva í Føroyum
14-06-2021
Tað heldur Maria Rich, kvinnuligi høvuðsleikarin í Trom, sum hevur búð í Føroyum við familjuni meðan upptøkurnar eru farnar fram

Tey hava filmað í tríggjar mánaðir, men nú eru upptøkurnar til fyrstu føroysku sjónvarpsrøðina og størstu filmsverkætlanina í Føroyum nakrantíð komnar undir land.

Eini 50 fólk úr Føroyum og útlandinum hava verið knýtt at upptøkunum til sjónvarpsrøðina Trom, sum verður í seks pørtum við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen um journalistin Hannis Martinsson.

Maria Rich, sum spælir Karla Mohr, kvinnuliga høvuðsleiklutin í Trom, heldur, at upptøkurnar hava eydnast sera væl. Hon heldur, at vit eru væl før fyri at framleiða stórar filmar í Føroyum, og at her eru nógvar spennandi søgur at siga.

Maria hevur fyrireikað seg væl til sín leiklut sum kanningarløgregglukvinna millum annað við at vitja á politistøðini í Havn og sett seg inn í føroysk viðurskifti. Men tað er ikki bert arbeiðið, sum hevur verið ein góð og serstøk uppliving fyri Mariu. Í samband við upptøkurnar flutti hon til Føroya við allari familjuni og tey hava trivist sera væl og húsast í einum lítlum húsum við Svartafoss. Maria vísur á, at tey eru vorðin sera væl móttikin, og millum annað hava nýtt at verið so tætt uppá náttúruna.

Lurtið eftir samrøðuni við Maria Rich, har hon fortelur um sínar upplivingar í samband við upptøkurnar og tað at arbeiða í Føroyum. 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022