Nón

Stór uppliving at spæla við í Trom
14-06-2021
Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin hava lært nógv av at spæla við í so stórari filmsverkætlan sum Trom

Nú upptøkurnar til fyrstu føroysku sjónvarpsrøðina - Trom - eru komnar undir land, eru tær báðar Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin sera fegnar um upplivilsi.

Tær hava havt lutfalsliga stórar leiklutir í sjónvarpsrøðini og spælt ávikavist Anita Ravn, løgrgglukanningarfólk og Jenny Mikkelsen, sum er havlívfrøðingur við serfrøði innan aling.
Mariann og Sissal halda, at upptøkurnar hava hilnast væl, og at tað bæði hevur verið læruríkt, spennandi og stuttligt, at spælt við í einari so stórari filmsverkætlan.

Tær leggja dent á, at ein stór kreativ orka er í Føroyum at gera filmar, og at vit hava nógv dugnalig fólk og nógvar søgur at fortelja.


Lurtið eftir samrøðuni við Mariann og Sissal har tær greiða frá teirra leiklutum í sendirøðini, hvussu tær hava fyrireika seg og hvussu tað hevur verið, at verið við í so stórari filmsverkætlan.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022