Nón

- Egyptar búðu í Suðuroy áðrenn Kristi føðing
11-08-2021
Breti heldur seg hava prógv fyri, at egyptiskir útisetar komu til Suðuroyar fyri 3000 árum síðani at tilbiðja fjallið Kirvi, har teir hildu, at ein egypiskur farao lá grivin.

Ímynda tær, at írsku munkarnir, sum komu til Føroya 5-600 ár eftir Kristi Føðing - kanska ikki vóru teir fyrstu, sum setti fótin á føroyska jørð?

Ímynda tær, at Føroyar longu áðrenn Kristi Føðing var eitt væl umtókt ferðamál millum egyptiskar pílargrímar?

Ímynda tær, at tað, sum egyptisku pílagrímarnir komu higar at tilbiðja, var ein egyptiskur farao, sum varð fongslaður og síðani jarðaður her - fyri 3500 árum síðani í eini pyramidu, sum enn stendur sum eitt fjall í Suðuroy? 

Tað ljóðar púra burturvið - í besta føri sum ein konspiratiónsteori. 

Men sambært einum skotskum breta, so eru prógv, ið kunnu benda á, at longu áðrenn Kristi føðing komu prestar higar at tilbiðja.

Oyggin hjá Plutarch

Maðurin eitur  Damian Beesson Bullen, og hann hevur tað ikki úr ongum.

Hann vísir millum annað á ein næstan 2000 ára gamlan grikskan tekst frá Plutarch.

Teksturin, sum lýsir eina oyggj, sum minnir rættiliga nógv um Føroyar, kann lesast her.

Damian Beeson Buller steðgar ikki har. Hann heldur seg enntá kunnað prógvað, at íbúgvarnir, sum komu higar at tilbiðja, eru útisetar frá Hyksos-fólkinum, sum vóru upprunaliga vóru egyptar.

Og tað, ið teir tilbóðu, er ein egyptiskur farao, sum skal liggja grivin í Kirvi, sum er eitt fjall í Suðuroy.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022