Nón

Lærari: Tað er ok at hava ein ringan skúladag
19-08-2021
Vit skulu ansa eftir ikki at ganga av verðini, bara tí ein næmingur hevur ein ringan dag ella keðir seg í tímanum, sigur Annika Restorff Holm, lærari.

Meðan fleiri foreldur deila uppslag, sum ávarar um happing í fólkaskúlanum; so sigur ein lærari, at vit skulu ansa eftir ikki at ganga av verðina, bara tí ein næmingur hevur ein ringan dag ella keðir seg í tímanum.
Annika Restorff Holm, lærari í Lítlaskúla í Havn, hevur skrivað sítt ískoyti sum uppslag á facebook:

Nú byrja skúlarnir aftur og børn skulu í ein skúlaflokk at læra eina rúgvu. Fyrst og fremst skulu tey læra, at ALT ikki snýr seg um ein sjálvan, men at tey nú eru partur av einum felagsskapi har tað er umráðandi at lurta eftir øðrum, bæði vaksnum og børnum og tað ber tískil ikki til at hava orðið allatíð.

ALT fer ikki at ganga eftir vild allatíð og tað er heilt ok! Tað er eisini í lagi at verða keddur onkra løtu uttan at ringja heim eftir foreldrinum tá tú hevur fingið eitt skurðsl ella tá tú hevur gloymt eina bók, ella at tú fekk tað skeiva upp á matpakkan. Tað verður betur morgin!

ALT fer ikki at verða so øgiliga spennandi allatíð, og tað er heilt ok! Tað fer heilt sikkurt at koma fyri, at onkur løta verður, sum ikki er soo spennandi. Har skalt tú brúka tað sum tú vónandi hevur lært heimanifrá, hetta at taka atlit fyri øðrum og virða at tey ynskja at friðarligt er í tímanum tá tey lesa og arbeiða. Tað er umráðandi at læra at lesa kenslur og andlitsbrá hjá hvørjum øðrum og at seta egin mørk og finna og virða mørk hjá øðrum. Eisini skalt tú læra at siga frá hvussu tú hevur tað og tínar kenslur eru ongantíð skeivar! Tú ert akkurát sum tú skalt verða.

Eingin dugur alt- øll duga okkurt- hetta fara vit alt at læra!

Eisini skal lærast, at øll læring ikki fyrigongur á einum skermi, og tað onkurntíð er ein turrislig bók og ikki ein dansandi kúgv á einum Ipaddi sum myndar undirvísingina. Tað ber tíverri ikki til at” blaða” læraran burtur líkasum á Ipaddinum fyri síðani at trýsta á okkurt annað meira spennandi, so skjótt hann gerst ”keðiligur”. Lærarin er komin fyri at verða allatíð- tað er bara so 

Komið øll og tosið pent um skúlan, læraran foreldrini og børnini.

Kom og verið góð við hvønn annan virðið hvønn annan- við virðing basa vit happing

Ynski øllum eitt gott og læruríkt skúlaár

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022