- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tað eru nógvar meiningar um ungdómssendingina "Gentuvesið". Sendingin umrøður alt, sum viðvíkjur ungdómslívi, so sum kynslív, kærleikstrupulleikar, rúsdrekka o.a. Fleiri eldri hava funnist at sendingini, meðan fleiri av teimum ungu lata væl at.
- Fleiri ung siga, at tey kenna seg aftur í okkara málbrúki og teimum evnunum, vit viðgera, siga vertirnir í sendingini "Gentuvesið". Tað eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard úr ungdómstoyminum BIIT hjá Kringvarpinum, sum gera sendingina.
Óðansæð, hvat eldri fólk halda, so gevur sendingin innlit í, hvat fleiri ung fáast við, og minst ikki stríðast við. Í innslagnum er eitt longri prát við tær um júst hetta.
- Sjálvandi skulu vit royna at tosa gott føroyskt mál, men vit hava ongar ætlanir um at tosa nógv øðrvísi í mun til hvussu vit tosa vanliga. Meiningin er jú, at vit skulu tosa við okkara málbólk, sum er ungdómurin, siga vertirnir at enda.