Nón

Rutt er ein av teimum mongu yvirsæddu gentunum
01-09-2021
Fleiri gentur enn dreingir ganga við óviðgjørdum ADD/ADHD, og hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar. Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin er ein av fleiri gentum, sum eru yvirsæddar.

25 ára gamla Rutt Ragnardóttir Hjaltalin hevur altíð kent á sær, at okkurt hevur verið galið við sær. Men ikki fyrr enn hon bleiv vaksin, varð staðfest, at hon hevur ADD.

ADHD er eitt Neuropsykiatriska órógvið, sum millum annað hevur við sær, at ein hevur trupulleikar við sosialari atferð og at hugsavna seg. Harafturat eru eyðkeninni eisini hyperaktivitetur og impulsivitetur.

Ein undirgrein av ADHD er ADD. Tað, sum verður kallað tað stilla ADHD. Tað rakar ofta gentur, sum venda tí inneftir, og tí er tað truplari at fáa eyga á. Tað vil siga, at gentur stríðast - í stillum - við sítt innara órógv.

Kanning frá Landssjúkrahúsinum vísir, at gentur í heila tikið fáa staðfest ADHD og ADD nógv seinni enn dreingir. Tískil kunnu gentur ganga í nógv longri tíð við óviðgjørdum ADHD og ADD, sum millum annað kann hava við sær sjálvskaðandi atferð, tunglyndi og angist.

Í framløgu á ADHD ráðstevnu í Føroyum tosaði Rókur av Fløtum Jespersen, sálarfrøðingur, um "tær yvirsæddu genturnar". Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin er ein av teimum gentunum, sum er vorðin yvirsædd í longri tíð. Hon var 25 ára gomul, tá hon fekk staðfest ADD.

Eftir tógvið sálarligt stríð, fekk hon fyrr í ár  staðfest diagnosuna ADD. Tá var hon 25 ár.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022