Nón

- Nógv kenna sviðan av ikki at vera í føstum starvi
02-09-2021
Tryggu arbeiðsplássini við tryggum rættindum til pensjón, løn undir sjúku, frítíð o.a. hvørva støðugt.

- Nógv kenna sviðan av, at ikki vera í føstum starvi. Tað siga formenninir í Lærarafelagnum og Starvsfelagnum. 

Úti í heimi síggja vit eitt rák, har tað gerast fleiri av teimum, sum verða noydd í tíðaravmarkað størv, verkætlanarstørv, fríyrkisstørv ella partíarstørv. Tað vísir bretski professarin, Guy Standing, á. Hann ávarar ímóti vaksandi og samansetta samfelagsbólkinum við orkymladum faklærdum, sum ikki fáa fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Bretski professarin fer at halda fyrilestur um hetta evnið mikudagin 8. septembur.

Hetta vísir seg eisini at vera galdandi í Føroyum. Fleiri føroysk fakfeløg siga, at tey kenna til trupulleikan. Eitt nú Jacob Eli Olsen, formaður í Lærarafelagnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. Teir vísa á, at hetta hevur nógva neiliga ávirkan á fólkini, tað rakar. Eitt nú við við óvissum livikorum og vánaligari atgongd til bæði banka og bústað.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022