- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Nógv kenna sviðan av, at ikki vera í føstum starvi. Tað siga formenninir í Lærarafelagnum og Starvsfelagnum.
Úti í heimi síggja vit eitt rák, har tað gerast fleiri av teimum, sum verða noydd í tíðaravmarkað størv, verkætlanarstørv, fríyrkisstørv ella partíarstørv. Tað vísir bretski professarin, Guy Standing, á. Hann ávarar ímóti vaksandi og samansetta samfelagsbólkinum við orkymladum faklærdum, sum ikki fáa fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Bretski professarin fer at halda fyrilestur um hetta evnið mikudagin 8. septembur.
Hetta vísir seg eisini at vera galdandi í Føroyum. Fleiri føroysk fakfeløg siga, at tey kenna til trupulleikan. Eitt nú Jacob Eli Olsen, formaður í Lærarafelagnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. Teir vísa á, at hetta hevur nógva neiliga ávirkan á fólkini, tað rakar. Eitt nú við við óvissum livikorum og vánaligari atgongd til bæði banka og bústað.