Nón

Nón 6. september 2021
06-09-2021
Klaksvíksstríðið á pall. Heiðrikur í Listaskálanum. Nýtt lag frá Horrse

Hvat hava Mikines, Kjølbro og Victor Danielsen til felags? Einki sum so, men teir eru settir saman og eru høvuðspersónar í nýggjum leiki um klaksvíksstríðið, sum Jóanes Nielsen, rithøvundur, hevur skrivað. Vit hitta Jóanes Nielsen fyrst í sendingini til eitt prát um, hví hann setir hesar persónarnar saman, og hvat nýggi leikurin PORTRETTIÐ byggir á.

TÓNAR TAKA SKAP er heiti á nýggjari framsýning í listaskálanum, har vit sleppa inn í arbeiðsrúmið hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum. Vit vitja framsýningina og práta við Heiðrik.

Og í dag kemur enn eitt staklag út frá Horrse - alias Ragnar Finsson. Vit fregnast um og hoyra lagið síðst í sendingini.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022