Nón

Flytifuglurin Teitur
27-09-2021
- Eg royni at hugsa, at eg skal ikki gera tónleik fyri at passa inn í onkran móta.

Cazador de Ostras er spanskt og merkir tjaldur. Cazador de Ostras er samstundis heiti á nýggju heildarútgávuni hjá Teiti, tann áttanda í røðini. Og heitið í sær sjálvum lýsir rættiliga væl Teit Lassen sum listamann, tónleikara og menniskja.

Teitur er flytifuglurin, sum hevur verið heilt í Argentina, har hann hevur latið sínar sangir í eksotiskar fjaðrar. Og í aðrar mátar er hetta eisini sigandi fyri, at Teitur ikki letur seg avmarka, hvørki geografiskt ella listarliga.

- Tað tykir mær manipulerandi, um tú gert tónleik grundað á, hvussu fólk reagera. Tað virkar meira rætt at gera tað, sum bara følist ordiliga gott, og sum man sjálvur vil hoyra, sigur Teitur í hesi samrøðuni, har tosað verður um tann listarliga frælsa fuglin.

Nýggja fløgan hjá Teiti hevur tólv løg, har seks eru á enskum og seks eru á føroyskum. Áhugavert er eisini, at føroysku løgini hava ein annan meiri inniligan dám enn tey ensku, sum eru meira popput. Sagt er um fløguna, at hon er tann mest melodiskt fyrikomandi frá Teiti í fleiri ár, og Teitur er ikki ósamdur.

Hoyr áhugaverdu samrøðuna við Teit um nýggja fløguna og fá brellbitar av Cazador de Ostras.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022