Nón

- Øll kunnu gera mun
30-09-2021
Marnar Fríðheim Kristiansen, sum fekk ársins miðlarheiðursløn, var gestur í Nón

Hann var miðskeiðis í eini krabbameinsgransking, sum hann legði til viks, fyri at kasta seg yvir farsóttina, sum broytti heimin. Nú hevur hann fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum - fyri at kunna, ráðgeva og miðla gransking um koronu heiðurliga seinastu 20 mánaðirnar.

Marnar Fríðheim Kristiansen er gestur í Nón, sum fer eitt sindur aftur um tann almenna granskaran og læknan. Hann heldur tað vera eina skyldu hjá granskarum at miðla sína gransking og vitan, serliga nú heimurin flýtir yvir í informatión.

- Eitt, sum eg havi lært, er at vit kunnu øll gera ein mun. Tað hevur verið ógvuliga stuttligt at fingið hesa viðurkenningina. Eg síggi ikki meg sjálvan sum serliga dugnaligan, men við tað at eg havi kunnað lagt so nógva arbeiðsorku í hetta, so haldi eg meg hava kunnað gjørt ein mun á onkran hátt fyri føroyingar. Tað kunnu onnur eins væl gera.

Marnar er 31 ára gamal, giftur og eigur tríggjar døtur. Hann er uppvaksin á Skála, miðlingur av fimm systkjum, og hann er glaður fyri sín uppvøkstur á bygd. Nú granskar Marnar í krabbameini í Føroyum, og hansara phd verður helst liðug komandi ár.

Hoyr alla samrøðuna við Marnar Fríðheim Kristiansen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
21-01-2022
Ólavur Jøkladal um boykott. Tórunn Karina Henriksen og Loynigentan. Vetrarjazzur 2022.
19-01-2022
Tað hevur týdning, at ung tora at tosa um tað, sum er torført at seta orð á. Tað heldur rithøvundurin handan nýggja ungdómsskaldsøgu.
19-01-2022
Í sendingini "Mjadnabørn" verður lýst, hvussu smá børn vóru send til viðgerðar í Danmark, einsamøll. Slíkar upplivingar kunnu merkja børn fyri lívið, sigur sálarfrøðingur.
18-01-2022
Sendingin Mjadnabørn og boykottið hjá Leiklistafylkingini av Tjóðpallinum
17-01-2022
Jóhanna Poulina Klein og Árni Dahl. Karina Lykke Grand og Listasavnið. Høgni og Høgnatátturin.
14-01-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
14-01-2022
Hvussu gekk 2021 hjá Listasavninum, og hvat hendir í ár?
14-01-2022
Birgir Kruse. Jenis av Rana
12-01-2022
Mentanarátakið "Un éclat de soleil"
10-01-2022
Maria Tórgarð. Gunn Hernes. Høgni Djurhuus.
07-01-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
07-01-2022