Nón

Nón 10. januar 2022
10-01-2022
Mentanarátakið "Un éclat de soleil"

Hósdagin fer stóra føroyska mentanarátakið "Un éclat de soleil" av bakkastokki í París við stórari myndlistaframsýning við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálvi av Reyni.
Framsýningin er partur av einum størri mentanarátakið, sum Uttanríkis- og mentamálaráðnum skipar fyri í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison de Danemark og Visit Faroe
Islands.


Átakið heldur áfram í einar tveir mánaðir, og síðst í februar verða fleiri onnur føroysk tiltøk á skránni., sum verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum.

Til ber at lesa meira um átakið á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum: https://www.ummr.fo/fo/kunning/tidindi/un-eclat-de-soleil-eitt-foroyskt-...

Nón tosar við Páll Nolsøe ráðgeva í Uttanríkis- og Mentamálaráðnu, sum er ein av teimum, ið samskipar átakið, og við Kinnu Poulsen, sum setur upp framsýningina.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022