Nón

Ósjálvsøkin norskur hugsjónarmaður fekk MAJ-virðisløn fyri mentanaravrik
11-10-2021
Trond Trosterup fekk sum fyrsti útlendingur virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik

- Eg havi gjørt hetta í mínari frítíð. Eg meini, at øll máløki hava brúk fyri góðum málsligum amboðum, og tað hevur verið mín tileggjan til at gera tað, sigur Trond Trosterud.

Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 varð latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Hetta er fyrstu ferð, at ein útlendingur fær M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik, ja eina M.A. Jacobsens virðisløn yvirhøvur.

Sjálvboðin og uttan kostnað hevur hann gjørt ein nýggjan føroyskan rættstavara í samstarvi við Føroyamálsdeildina. Hann hevur gjørt aðrar rættstavarar og tykist hava serligan alsk til fáment mál. Umframt rættstavaran hevur hann ment ein elektroniskan tekstabanka við umleið 10 milliónum føroyskum orðum, har tað ber til at leita og kanna, hvussu orð verða brúkt í føroyskum. Rættstavarin og tekstabankin liggja á netinum ókeypis at brúka, sigur domsnevndin millum annað í sínari grundgeving.

- Ja, eg eri nokk ein idealistur. Eg havi mína bakgrund frá málrørsluni í Norra, og eg arbeiði fyri nýnorskum, men mín áhugi er ikki avmarkaður til mál, sum hava somu rót sum norskt. Eg meini, at øll málsamfeløg, hava tørv á og eiga at fáa slík amboð, sigur Trond Trosterud.

Hoyr alla samrøðuna við Trond Trosterud.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022