- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Hetta er í veruleikanum ein skaldsøga, ið er skrivað sum ein monologur.
Í komandi viku kemur eftir ætlan nýggj bók eftir Carl Johan Jensen við skipi til Føroya. Sprotin gevur út.
"Vatn er ein vátur logi," eitur bókin, sum er øðrvísi enn tær skaldsøgur, sum Carl Johan áður hevur skrivað. Hon er skrivað í talumáli og er sett upp sum eitt hoyrispæl.
Hetta er triðja bókin í tríverki, har hinar báðar vóru Sær og Terningarnir.
Pallurin er einfaldur. Gamla situr fyri seg sjálva í stovuni í einum húsum miðbýnum í Havn og minnist aftur á ymiskt, sum er hent í hennara lívi. Tankarnir renna fram fyri hana. Tú fært varhugan av, at hon er um at gerast í ørviti, tí tað hongur ikki alt saman, og hon tosar við onkran, sum hvørki hoyrist ella sæst nakrastaðni.
Álvarsom evni um samleika og ágang stinga seg upp, og samstundis nemur bókin við tað einsemi, sum rakar nógv eldri fólk.
Hoyr prátið við Carl Johan Jensen um nýggju bók hansara