Nón

“Vónandi ger bókin tað lættari at tosa um sjúkuna”
27-10-2021
Tað sigur Annika Øyrabø, sum hevur myndprýtt bókina “Abbi og eg og abbi”, sum snýr seg um ein drong og abba hansara, ið fær demens.

Tað hevur verið spennandi og gevandi at myndprýða bókina "Abbi og eg og abbi".

Tað sigur Annika Øyrabø, sum herfyri fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri arbeiðið at myndprýða bókina.

Annika er føroyingur, men er uppvaksin í Danmark. Hon hevur tó ferðast nógv í Føroyum, og hevur fingið stóran íblástur til sítt yrki úr Føroyum.

Annika kennir persónliga til evnið, ið bókin snýr seg um, demens. Tí omma hennara fekk sjúkuna. Annika vísur á, at tað kann verða ringt hjá børnum at skilja, hvat hendir, tá sjúkan rakar. Samstundis kann tað vera torført bæði hjá børnum og vaksnum at seta orð á. Tí vónar hon, at bókin og myndirnar kunnu hjálpa at fáa í lag prát um sjúkuna og tær kenslur, sum standast, tá demens rakar. 

Lurtið eftir longri samrøðu við Anniku, har hon fortelur um sína bakgrund, yrkisleið og arbeiði við bókini "Abbi og eg og abbi".
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022