Nón

Søgan tók skap í hugaheiminum, men vildi út
09-11-2021
Íblásturin til nýggju ungdómsskaldsøguna "Rimarúmið" kemur úr brennandi áhuganum fyri fantasybókum, sigur Elin Michelsen.

Elin Michelsen hevur lisið nógvar fantasybøkur, og er tað ein kann kalla fjeppari av fantasy-bókmentagreinini.

Brennandi áhugin hevur nú ført við sær, at hon hevur latið úr hondum fyrstu skaldsøgu sína "Rimarúmið". Talan er um ungdómsskaldsøgu í fantasygreinini, og "Rimarúmið" er fyrsta bókin í eini røð um gentuna Tóru.

Fantasybøkur eru skaldsøgur, har okkurt yvirnáttúrligt er uppií, og kenna nógv helst Harry Potter og Lord of the rings, sum kunnu sigast at vera av fantasybókmentaslagnum.

Tað var tó ikki ein tilvitað ætlan, at Elin skuldi skriva ein skaldsøgu. Rimarúmið tók nevniliga spakuliga skap í hugaheimi Elinar, áðenn hon settist at skriva.

"Eg legði til merkis, at landslagið í nógvum fantasybókum, líkist føroyska landslagnum. Tí byrjaði eg at seta søgurnar í ein føroyskan ham. Eg saknaði eisini, at gentur ella kvinnur vóru høvuðspersónar í bókunum. Nógvar kvinnur eru í fantasybókum, og tær eru sera raskar og dugnaligar og hjálpa ofta mannliga høvuðspersóninum, men tær hava sjáldan sjálvar høvuðsleiklutin. Tí gjørdist høvuðspersónurin í "Rimarúmið" ein genta".

Elin vísir eisini á, at Føroyar sum heild, eru upplagdur pallur til fantasybøkur ella filmar. "Vit eiga harumframt nógvar sagnir í Føroyum við yvirnáttúrligum verum, og hesar kunnu saktans fáa nýtt lív". Tí endaði Elin við at skriva sína egnu fantasybók, har pallmyndin er føroysk og persónarnir hava íblástur úr føroyskum sagnum - serliga um huldur.

Skrivitilgongdin byrjaði tó eitt sindur ótilvitað: "Eg setti meg niður at skriva, mest fyri at fáa søguna úr mínum høvdi. Men tað vísti seg, at ein heldur drúgv søga var harinni, sum vildi út og vildi forteljast, so eg helt áfram at skriva. At enda mátti eg ásanna, at eg var í gongd við at skriva eina bók", sigur Elin.

Bókin "Rimarúmið" kom út í síðstu viku, og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur út.

Lurtið eftir samrøðuni við Elina um nýggju bókina.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022