Nón

Portrettið er ein heilt serligur leikur
11-11-2021
Leikstjórin og høvuðsleikarin eru báðir samdir um, at Portrettið eftir Jóanes Nielsen líkist ikki øðrum leikum

Hetta er ein heilt serligur leikur.

Tað sigur leikstjórin Guðjón Pedersen, leikstjóri á Portrettinum, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum leygarkvøldið.

Leikurin Portrettið er serstakur, tí hann setir persónar saman - Mikines, Kjølbro og Victor Danielsen - hóast teir ongantíð hittust. Ítøkiligi karmurin er læknastríðið í Klaksvík, men samtundis fæst leikurin við onnur meira eksistentiel fyribrigdi.

Tað er við einum ávísum virðingarótta, at Nicolaj Falck hevur átikið sær leiklutin sum Mikines. Og hann viðgongur, at sum tíðin er gingin, hevur hann livað seg heilt inn í leiklutin, eisini í gerandisdegnum.

- Eg eri uttan at vita av tí farin at skriða mær og hava somu hábrøgd sum Mikines, ið hevði psoriasis, sigur hann.

Leikstjórin er íslendingurin Guðjón Pedersen, sum eisini áður hevur leikstjórnað "Aftaná Undrið" eftir Jóanes Nielsen.

- Eg vóni, at vit fara at síggja ein tragiskan, stuttligan og eitt sindur løgnan leik, har alt kann henda. Leikurin snýr seg um síðstu 24 tímarnar í lívinum hjá Mikines, tá ið hann situr á einum sinnissjúkrahúsi í Keypmannahavn og gjøgnugongur ymiskt í sínum lívi. Er tað dreymur, er tað veruleiki, ella er tað bara fantasiur? Eg vóni, at vit hava fingið nógvar litir fram, sum er í leikritinum hjá Jóanesi, sigur Guðjón Pedersen.

Hann fegnast um at samstarva við leikritahøvundan, pallsmiðjin og leikararnar, sum øll hava havt sítt at siga fyri endaliga úrslitið.

- Tað góða við at samstarva við Jóanes er, at hann er púra opin fyri, at vit tulka og brúka hansara leikrit. Vit hava tosað nógv saman, og hann hevur eisini skrivað okkurt afturat í tilgongdini at skipa leikin, greiðir leikstjórin frá.

Hoyr alla samrøðuna við høvuðsleikaran og leikstjóran.

gudjon_pedersen.jpg

Title text: 
Guðjón Pedersen

Guðjón Pedersen, leikstjóri (myndir: Tjóðpallur Føroya)

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022