- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Listakritikkur, ummælir og samrøður um list eru góðar og neyðugar. Tí listin setur kritiskar spurningar um samfelagið og tað at vera menniskja, og skal listin vera viðkomandi, mugu vit tosa um hana og viðgerða hana kritiskt.
Tað halda Paula Gaard námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og Magnus William Olsson lyrikari og kritikkari.
Tey høvdu, í samband við bókadagar, upplegg í Norðurlandahúsinum um listakritikk.
Magnus William Olsson hevur í nógv ár ummælt fyri svenska "Aftonbladet", og er leiðari av "Fria seminariet i litterär kritik". Í 2016 setti hann á stovn "Kritiklabbet", sum er ein menningarstovnur, sum skal kanna framtíðina hjá ummælum og kritikki í nýggja miðlalandsslagnum.
Magnus William Olsson heldur, at klassiska ummælið og listakritikkurin hevur avbjóðingar í okkara samfelagið, har miðlalanslagið broytist, og samrøðurnar um list flyta út á sosialar miðlar, sum floyma yvir í útsagnun og persónligum meiningum.
Siðbundni listakritikkurin hevur mist megi, og má endurnýggja seg, vísur hann á.
"Tí er neyðugt, at vit fyrihalda okkum kritiskt til listakritikkin og áhaldandi spyrja, hvussu ummælir, listakritikkur og samrøður um list, kunnu vera verandi viðkomandi og áhugaverd", sigur Magnus William Olsson.
Hann vísur á, at í Bergen í Norra ber til at søkja pengar til listakrtisk tiltøk. "Listakritikkurin má vera áhugaverdur í sjálvum sær, og her kunnu vit eitt nú finna íblástur úr listini", heldur Magnus Olsson.
Lurtið eftir samrøðuni, har Paula Gaard og Magnus William Olsson hugleiða um, hvat lista- og bókmentakritikkur er, hví er tað neyðugt, at hava kritiskar samrøður um bókmentir og list? Hvørjar avbjóðingar hevur listakritikkurin í dagsins internetsamfelagi, og hvussu útlitini og menningarmøguleikarnar eru fyri listakritikki og samrøður um list í framtíðini?