Nón

Listakritikkur skal eisini viðgerast kritiskt
17-11-2021
Ummælir og samrøður um list eru neyðugar, men listakritkkur má eisini viðgerast kritiskt, og áhaldandi mennast, halda tveir serfrøðingar

Listakritikkur, ummælir og samrøður um list eru góðar og neyðugar. Tí listin setur kritiskar spurningar um samfelagið og tað at vera menniskja, og skal listin vera viðkomandi, mugu vit tosa um hana og viðgerða hana kritiskt. 

Tað halda Paula Gaard námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og Magnus William Olsson lyrikari og kritikkari. 

Tey høvdu, í samband við bókadagar, upplegg í Norðurlandahúsinum um listakritikk.  

Magnus William Olsson hevur í nógv ár ummælt fyri svenska "Aftonbladet", og er leiðari av "Fria seminariet i litterär kritik". Í 2016 setti hann á stovn "Kritiklabbet", sum er ein menningarstovnur, sum skal kanna framtíðina hjá ummælum og kritikki í nýggja miðlalandsslagnum.

Magnus William Olsson heldur, at klassiska ummælið og listakritikkurin hevur avbjóðingar í okkara samfelagið, har miðlalanslagið broytist, og samrøðurnar um list flyta út á sosialar miðlar, sum floyma yvir í útsagnun og persónligum meiningum.

Siðbundni listakritikkurin hevur mist megi, og má endurnýggja seg, vísur hann á.

"Tí er neyðugt, at vit fyrihalda okkum kritiskt til listakritikkin og áhaldandi spyrja, hvussu ummælir, listakritikkur og samrøður um list, kunnu vera verandi viðkomandi og áhugaverd", sigur Magnus William Olsson.

Hann vísur á, at í Bergen í Norra ber til at søkja pengar til listakrtisk tiltøk. "Listakritikkurin má vera áhugaverdur í sjálvum sær, og her kunnu vit eitt nú finna íblástur úr listini", heldur Magnus Olsson.

Lurtið eftir samrøðuni, har Paula Gaard og Magnus William Olsson hugleiða um, hvat lista- og bókmentakritikkur er, hví er tað neyðugt, at hava kritiskar samrøður um bókmentir og list? Hvørjar avbjóðingar hevur listakritikkurin í dagsins internetsamfelagi, og hvussu útlitini og menningarmøguleikarnar eru fyri listakritikki og samrøður um list í framtíðini?

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022