- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Kanska hevur tað verið ov friðarligt eina tíð. Og so er spurningurin, um tað hevur gjørt, at eg havi tikið meg saman at skriva hesa bókina. So havi eg okkurt upp á spæl, og so føli eg, at eg livi.
Soleiðis sigur Eyðun Klakstein, journalistur, sum hevur givið sína fyrstu skaldsøgu út. Hann brúkti høvið, tá ið Føroyar vóru stongdar av koronuávum, til at skriva bókina.
Talan er um eina krimi, sum gongur fyri seg í listaumhvørvinum í Føroyum. Mikinesmálningurin Aftur av jarðarferð verður stolin úr Listasavni Føroya, og samstundis eru aðrir málningar horvnir. Vit ferðast í politiska umhvørvinum, svikaráð í listaumhvørvinum koma fram, og journalistiska umhvørvið verður brúkt at rekja gátuna upp.
Hoyr alla samrøðuna við Eyðun Klakstein.