Nón

Nón 8. desember 2021
08-12-2021
Danial Lydersen gevur út bókaverkið "Viðareiði - slóðirnar og minnið". Swangah gevur út bókina "Belials synir" við tekstum og myndum.

Danial Lydersen hevur givið út eitt risaverk í fýra bindum um Viðareiði, Slóðirnar og minnið. Beinagrindin í bókini er ein skipað gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Har, sum høvundurin hevur nakað at leggja afturat staðarnavninum - og tað hevur hann í flestu førum - sigur hann frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at hesum staði. Vit fáa orðið á Dánjal Lydersen av Viðareiði fyrst í sendingini.

Fyrsta útgávan hjá hiphop-bólkinum Swangah kom út fyri tíggju árum síðan, og í hesum sambandi hevur bólkurin givið út bókina "Belials synir" við tekstum, myndum og heilsanum. Bólkurin Swangah verður m.a. sagdur at vera eitt spark í reyvina til øll tey, sum ikki vistu av, at tey hava brúk fyri tí. Umboð fyri Swangah vitja Nón seinni í sendingini.

Og so andaðist sangarin John Miles sunnudagin, og tað minnast vit í Nón sjálvandi.

Hoyr alla sendingina.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022