- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Fríggjadagin 26. november fekk Doris Hansen kærleikskúluna, sum Dugni letur á hvørjum ári. Dómsnevndin skrivar millum annað soleiðis í grundgeving síni fyri valinum í ár: "Doris hevur stríðst fyri at betra um umstøður og livikor hjá málbólkinum hjá Dugna. Hon hevur slóðað fyri einum nútímans hugsanarhátti og breiðari fatan av fólki við skerdum førleikum og teirra luti í samfelagnum".
Doris er útbúgvin lærari og serlærari, og var forkvinna í tí felag, sum tá æt MBF (í dag MEGD), í nógv ár. Í dag er Doris 78 ár.
Hoyrið her samrøðu við Doris, sum millum annað fortelur hvussu tað bar til, at hon fór at arbeiða fyri "hinum", ið ein orðing hon brúkar í heitinum á bókini "Søgan um hini", sum kom út í 1996.
Mynd: Dugni/Facebook