Nón

Nón 5. januar 2022
05-01-2022
Nýggja tónleikaútgávan Rangvørg

Rangvørg er heiti á verkætlan, sum fevnir um fýra nýskrivað løg fyri klaver og sopran eftir Kára Jacobsen og við orðum eftir Urd Johannesen, sum Birita Poulsen, sopranur, syngur.

Sunnudagin klokkan 16 verður útgávukonsert í Hátúni av løgunum, og samstundis gevur TUTL út løgini talgilt.

Talan er um verkætlan, sum er sprottin úr koronutíðini. Kári Jacobsen, framleiðari, komponistur og tónleikari, sá nakrar yrkingar, sum Urd Johannesen hevði lagt út á Facebook, og gjørdist so inspireraður, at hann settist við klaverið. Úrslitið bleiv fýra løg í sonevndu lied-siðvenjuni, tó í dagførdum stíli og við teatralskum íblástri.


Lurtið eftir sendingini, har vit eisini spæla løgini fyri fyrstu ferð.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022