Nón

Loynigentan lýsir loynilig evni
19-01-2022
Tað hevur týdning, at ung tora at tosa um tað, sum er torført at seta orð á. Tað heldur rithøvundurin handan nýggja ungdómsskaldsøgu.

"Loynigentan" er heitið á nýggjari føroyskari ungdómsskaldsøgu, sum kom út um mánaðarskiftið november/desember 2021. 

Tað er Tórunn Karina Henriksen, sum hevur skrivað, og bókin er onnur skaldsøga hennara. Fyrsta skaldsøgan hjá Tórunn, "Månelyset viste vej", kom í 2010. Hon var á donskum. 

"Loynigentan" er serlig á tann hátt, at hon viðger evnir, sum kanska ikki eru so nógv lýst í føroyskum skaldskapi; sjálvmorð, sorg, sálarsjúku, sosialar miðlar og happing og ágang á netinum. 

Karina Henriken leggur seg eftir at skriva sosialrealistiskt, og hon vil við bókini lýsa evnir, sum kunnu vera torfør at tosa um: 

- Tað hevur týdning, at ung fólk ikki kenna skomm, og at tey tora um at tosa um evni, sum eru torfør at seta orð á. Vónandi kann bókin varpa ljós á hetta, sigur Tórunn Karina Henriksen.

Lurtið eftir samrøðuni við Tórunn Karinu Henriksen um nýggju skaldsøgu hennara. 

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022