Nón

Nón 19. januar 2022
19-01-2022
Ólavur Jøkladal um boykott. Tórunn Karina Henriksen og Loynigentan. Vetrarjazzur 2022.

Samband er millum partarnar, sigur Ólavur Jøkladal, nú boykottið av Tjóðpallinum gongur á øðrum ári. Hvat sigur formaður í Leiklistaráðnum, ið er stýrið fyri Tjóðpallin, um varandi kreppuna á leiklistaøkinum. Ólavur Jøkladal er formaður í Leiklistaráðnum, sum er stýrið fyri Tjóðpallin.

Sjálvmorð, sorg, sálarsjúka, sosialir miðlar, happing og ágangur á netinum. Tað eru millum evnini, ið verða viðgjørd í nýggju føroysku ungdómsskaldsøguni, Loynigentan, sum eisini er ein spenningsøga. Vit hitta rithøvundin, Tórunn Karinu Henriksen.

Vetrarjazzur 2022 fer av bakkastokki sunnudagin 23. januar og varir í eina viku. Vit hitta Marionnu Nagata og Kristian Blak frá Havnar Jazzfelag, ið hevur skipað fyri Vetrarjazzi síðan 2009.

Hoyr alla sendingina her.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022