Nón

Føroyska pallmyndin er forkunnug
31-01-2022
Ulrich Thomsen, sum spælir Hannis Martinsson í TROM, dámdi væl í Føroyum. Krimirøðin er serstøk, júst tí hon er upptikin í Føroyum, heldur hann.

Tað var ein góð uppliving at arbeiða í Føroyum í fleiri mánaðir í samband við upptøkurnar til TROM. Tað heldur heimskendi, danski sjónleikarin Ulrich Thomsen, sum spælir Hannis Martinsson í sjónvarpsrøðini.

Hann arbeiddi í Føroyum í smáar fýra mánaðir meðan røðin var tikin upp, og at vera í Føroyum so leingi, gav honum eina breiðari mynd av landinum og fólkinum.

Ulrich THomsen vísur á, at tað sum ger TROM serstaka og forkunnuga í mun til aðrar krimirøðir, er júst tað, at hon er tikin upp í Føroyum.

"Vit hava ikki sæð nógv til Føroyar í filmum ella slíkum sjónvarpsrøðum fyrr. Vit hava sæð nógvar filmar og røðir úr eitt nú New York og LA, men ikki úr Føroyum. Júst tað at pallmyndin er føroysk, ger TROM áhugaverda fyri hyggjaran" sigur Ulrich Thomsen.

Hann heldur, at tað ber til at gera stórar filmsframleiðslur í Føroyum, men tað krevur enn betri útgerð og fleiri førleikar, og tí má økið raðfestast eisini politiskt.  

Lurtið eftir samrøðuni við Ulrich THomsen, har hann greiðir frá sínum upplivingum at í samband við upptøkurnar til TROM.

Røðin verður frumsýnd á Viaplay 13. februar, og í Kringvarpinum 17. februar.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022