Nón

Listaframsýning vil bjóða siðbundnu fatanini av landslagi av
09-02-2022
Nýggja framsýningin í Listasavni Føroya "Landslagið í broyting" spyr millum annað: Hvat er eitt landslag?

Fríggjadagin 11. februar letur nýggja serframsýningin "Landslagið í broyting" upp á Listasavni Føroya.

Framsýningin varpar ljós á broytingar í føroyska landslagnum og í listini og setur spurningar, sum hava til endamáls at bjóða okkara fatan av, hvat eitt landslag er, av.

Føroyskir listamálarar hava søguliga havt eina sterka siðvenju við at mála landslagið á ein romantiskan og hugfarsligan hátt, meðan samtíðarlistin alsamt flytir seg til annað tilfar og onnur úttrykk.

"Landslagið í broyting" vil hava okkum at hugsað um, hvørja ávirkan vit menniskju hava á náttúruna og setur spurnartekin við, hvat eitt landslag er.

Samstundis kannar hon, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni. 

Lurtið eftir samrøðu við Annu Mariu Dam Ziska, kurator á nýggju framsýningini.

Til ber at lesa meira um framsýningina á heimasíðuni hjá Listasavninum art.fo.

Listaframsýningin er opin til 15. juni og fevnir um listaverk eftir hesi listafólk:

Ruth Smith, William Heinesen, Frida Zachariassen, Elinborg Lutzen, Bent Restorff, Jógvan Waagstein, Tita Vinther, Bárður Jákupsson, Thomas Arge, Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Tummas Jákup Thomsen, Peter Højlund Palluth, ORKA, Ingi Joensen, Ole Wich, Brandur Patursson, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Oggi Lamhauge, Marius Olsen, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Rúni Weihe, Jana Jonhardsdóttir.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022