Nón

Arbeiðir við at fáa føroyskar bøkur umsettar til franskt
25-02-2022
Daniel Chartier, kanadiskur professari, vil umseta føroyskar bøkur til franskt og skapa fleiri sambond millum Føroyar og Kanada.

"Vit eiga at skapa betri sambond millum norðurlond, Kanada og restina av norðurøkinum". Tað heldur Daniel Chartier, professari á lærda háskúlanum fyri Quebéc í Montréal.

Hann stendur á odda fyri verkætlan, sum skal fáa fleiri norðurlendskar bøkur umsettar til franskt. Verkætlanarbólkurin byrjaði við at fáa umsett nakrar grønlendskar bøkur, og tað eydnaðist so væl, at bólkurin nú er farin undir at umseta føroyskar bókmentum til franskt. Daniel Chartier samstarvar við Maluna Marnersdóttir, professara á Setrinum, um hetta, og hon hevur í tí sambandi júst givið út eina føroyska bókmentasøgu á fronskum.

Endamálið við verkætlanini er eisini at skapa betri sambond millum Føroyar og Quebec, tí vit hava nógv til felags - bæði eina søguliga støðu sum minnilutar og felags virðir sum eitt nú frælsi og javnrættindi. Harumframt líkjast okkara vælferðarskipanir, og hesi virðir eiga vit at standa saman um at verja, heldur Daniel Chartier.

Lurtið eftir samrøðuni við Daniel Chartier.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022