Nón

Kríggið í Ukraina ávirkar ungar russar
14-03-2022
Tór Marni Weihe, ið lesur russiskt, hevur vinfólk í Russlandi, sum fylgja við krígnum á útlendskum miðlum og eru kritisk mótvegis russiska stýrinum. Men tað er ikki vandaleyst

Høvuðsvápnið hjá Nato, ES og vesturheiminum ímóti krígnum í Ukraina eru sanktiónir mótvegis Russlandi. Tær skulu serliga raka búskapin og útlendsku pengarnar hjá oligarkum, og stilla Ukraina sterkari í friðarsamráðingum.

Og sanktiónirnar og krígsstøðan sum heild, merkjast nú millum vanlig fólk í Russlandi. Kanska serliga hjá teimum ungu, tí fleiri samskiftispallar og hentleikar, sum ung vanliga nýta, eru skerd.

Tað sigur Tór Marni Weihe, sum lesur russiskt á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann fylgir væl við í russiskum miðlum, og hevur eisini vinfólk í Russlandi, sum eru kritisk mótvegis Putin og russisku innrásini í Ukraina.
- Fleiri luttaka í mótmælisgongum, og men tað er ikki vandaleyst, og ein vinmaður hjá mær varð handtikin og fekk bót, sigur Tór Marni Weihe, sum vandar sær um orðini, tá hann samskiftir við síni vinfólk.

Lurtið eftir samrøðuni við Tór Marna Weihe, Тор Марни Вайеum kríggið í Ukraina og støðuna í Russlandi beint nú.

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022