- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Annika Olsen bleiv vald til Ársins britu, tá ið altjóða kvinnudagurin varð hildin í Fuglafirði 8. mars.
Á degnum ognartóku kvinnurnar orðið "britu", sum sambært orðabókini merkir gívur ella illkvendi. Nú verður tað brúkt um eina sterka kvinnu, sum hevur sterk virði og stendur við sítt.
Og Annika Olsen stóð við sitt, tá ið løgtingið viðgjørdi málið um sammøður fyri jól. Tað endaði við at kosta henni løgtingssessin, tí Fólkaflokkurin ikki vildi lata sær lynda, at hon fylgdi síni sannføring.
- Eg eri ótrúliga glað fyri, at eg tók ta avgerðina, tí eg haldi ikki, eg hevði kunnað livað við meg mær sjálvari, um eg gjørdi øðrvísi.
Hoyr alla samrøðuna við Anniku Olsen, sum aftur undirvísir sum lærari í føroyskum á Glasi. Í samrøðuni leitar hon millum annað aftur í bókmentirnar, tá ið kvinnuleikluturin verður lýstur.