Nón

Átta týdningarmikil listaverk fyri eina millión
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión

Átta nýggj og týdningarmikil verk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsonnu í Jákupsstovu og Titu Vinther verða nú partur av Listasavni Føroya. Savnið søkti Ný Carlsberggrunnin eftir stuðuli til tey átta listaverkini, og allar átta umsóknirnar vórðu játtaðar. Hoyrið her samrøðu við Karinu Lykke Grand, stjóra á Listasavninum.
Myndir av øllum átta listaverkunum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Listasavni Føroya

Mynd av hvalinum: Finnur Justinussen

G.G: Í samrøðuni við Karinu Lykke Grand sigur journalisturin, at Maersk skal hava stuðlað umvælingini av tekjuni á Listasavninum. Hetta er ikki rætt. Maersk hevur stuðlað øðrum mentanarverkætlanum í Føroyum - millum annað SALT - men ikki Listaskála Føroya.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022