Nón

Nón 27. apríl 2022
27-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík

Hesa vikuna er mentanarvika í Runavíkar kommunu, og vit eru stødd í Runavík haðani vit komandi tíman fara at senda beinleiðis.

Vit sita í Gulu Smiðju, nýggja ungdóms- og virkishúsið í kommununi, sum júst er tikin í nýtslu, og vit fara eisini um eina løtu at tosa við nýggja og fyrsta leiðaran av ungdómshúsinum Guðmund Joensen.

Skráin fyri mentanarvikuna er sera rúgvismikil, vit hava valt okkurt, sum vit fara at práta um. Vit hitta borgarstjóran Tórbjørn Jacobsen til eitt prát um týdningin av mentan í einari kommunu við 15 sera ymiskum bygdum, og vit tosa við stjóran á Visit Runavík, Marjun Niclasen, ið samskipar mentanarvikuna.

Í Rituvík hava fólk latið hurðarnar upp, so til ber at hyggja at list í teirra heimi. Tað er nýggja tiltakið Hoymalist, vit fara eitt eitt rend til Rituvíkar, har vit eru á gátt hjá Elnu Johannesen, ið ger veggirnar klárar til Heimalist, og Bjørg Djurhuus, ið samskipar Heimalistina.

Og vit enda í Funningi, har spennandi verkætlan um Grím Kamban tekur skap.

Vælkomin til Nón sum sendir úr mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022