Nón

Tá Føroyar loysa
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.

Vanliga tosa vit um politikk, tá vit tosa um loysing. Men hvørjar kenslur liggja í spurninginum um loysing og spurninginum um Ríkisfelagsskapin? Tað er serliga hetta, sum fólkini aftan fyri nýggja norðurlendska leikin "Løsrivelsen" vilja kanna.

- Kjakið um loysing er ofta hart, men nógv verður ikki tosað um, hvørjar kenslur liggja aftan fyri politisku útsagnirnar, og tað vilja vit kanna í hesum leikinum, siga Daniel Wedel, leikstjóri og Mariann Hansen, leikari.

Leikurin er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Kolding Egnsteater.

Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna.
Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar.

Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.

Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur frumframførslu 4. juni í Nuuk, og verður leiktur í Norðurlandahúsinum 16.-18. juni.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022