Nón

Nón - TemaTýsdagur, oktoberkollveltingin 100 ár
24-10-2017
Hvussu var at vaksa upp í Sovjetsamveldinum, og hvussu var tíðin við glasnost og peristrojka? Katja Volovelskaja er ættað úr Skt. Pætursborg

Í hesum døgum eru júst 100 ár liðin síðani oktober kollveltingina, tá Lenin framdi statskvett í Russlandi og rak stjórnina hjá Kerenskij frá.
Men hvør var orsøkin til russisku kollveltingina og hvønn týdning hevði kollveltingin fyri heimin? Hesar og aðrar spurningar fáa vit útgreinaðar, tá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, kemur á gátt.
Vit fara eisini at seta kommunismuna í eitt søguligt, mentanarligt og filosofiskt perspektiv, tá Hanus Kamban, rithøvundur, og Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, koma á gátt.
Hvussu var at vaksa upp í Sovjetsamveldinum, og hvussu upplivdi tú sum russari glasnost og peristrojka? ÍHesar og aðrar spurningar umrøða vit við Katja Volovelskaja, ið er fødd og uppvaksin í Sankta Pætursborg.
Vit spyrja eisini í hvønn mun føroyska arbeiðararørslan hevur fingið íblástur eystanífrá. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað bók um Havnar Arbeiðsmannafelag.
Í hvønn mun tóku føroyingar undir við kommunismuni og Sovjetsamveldinum? Vit spyrja Elin Hendriksen og Marnu Jacobsen, sum vóru partar av føroyska umhvørvinum á vinstraveinginum í sjeytiárunum.
Tá talan er um popp- og rocktónleik, er Sovjetsamveldið ikki landið, ið oftast hevur verið á alheims hittlistunum. Men tað er komið fyri ? og tað venda vit aftur til í Dagsins klassikara.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022