Nón

Tematýsdagur um Korea
23-01-2018
Hvør er søgan, og hvussu er støðan hjá Norðurkorea

Hvør er søgan, og hvussu er støðan hjá Norðurkorea. Hendan og aðrar spurningar seta vit í hesum Tematýsdegnum. Fyrri tímin snýr seg um Norðurkorea. Jens Hákun Leo, stjórnmálafrøðingur, sum eisini hevur lisið søgu, fer aftur í tíðina og greinar bakgrundina fyri, at Norðurkorea og Suðurkorea eru sundurskild. Lau Øfjord Blaxekjær, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, sum er master í asiatiskum politikki, lýsir støðuna hjá Norðurkorea í dag. Svenska Ingrid Johansson, sum hevur verið diplomatur í høvuðstaðnum Phonyang, lýsir hvussu tað er at vera inni í Norðurkorea, og vit spyrja Jákup Mikkelsen, løgtingsmann, sum vitjaði Japan saman við vinnunevndini, hvussu grannalondini síggja Norðurkorea. Og so nerta vit eisini við norðurkoreanskan tónleik. Í seinna tímanum fara vit suður um markið saman við Birgiri Kruse, ritstjóra á undirvísingarportalinum Snar.fo, sum hevur sett Korea á breddan, og vit viðgera m.a. suðurkoreanska films- og tónleikamentan. Vit tosa eisini við Gunnvá Gaard, sum er ættleidd úr Korea.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022