Nón

TemaTýsdagur - um New Zealand
06-02-2018
Saman við fólki, ið búgva í og hava ferðast í New Zealandi, viðgera vit landið søguliga, samfelagsliga og mentanarliga

Hans Holm, landafrøðingur, sigur okkum um søguna hjá New Zealandi, vit tosa við Símun Svend Askham, ið hevur búð í New Zealandi síðani 1964, har hann eitt nú hevur rikið tríggjar handlar við slaktaravørum.
Eisini hitta vit Janhild Olsen, sum er ættað úr Klaksvík, og sum hevur búð í New Zealandi síðani 1990.
Høgni og Maibritt Mohr fluttu eitt skifti saman við børnunum til New Zealand. Vit skifta orð við Maibritt og Høgna um ferðina og hvønn týdning ein tílík ferð kann fáa.
Angus búffarnir smakka sera sera væl, og ein, sum setur stóran prís uppá júst hetta kjøtið eins og new zealendska samfelagið, er slaktarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen. Vit ringdu til Jørgen, meðan hann var staddur í New Zealandi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022