Nón

Nón - TemaTýsdagur, føroyska flogsøgan
10-04-2018
Føroyska flogsøgan byrjar beint eftir Seinra heimsbardaga, og við søguligum brotum og feskum samrøðum lýsa vit flogsøguna og nema við framtíðina

Føroyska flogsøgan tekur seg upp í árunum eftir Seinra heimsbardaga. Og í dagsins TemaTýsdegi varpa vit ljóð á føroyingar á flogi.
Jógvan Arge hevur skrivað bókina í Føroyar í flogsøguniu, og saman við Jógvani seta vit orð á tíðarskeiðið frá Seinra heimsbardaga til 1970.
At fáa føroyingum luft undir veingirnar var ein gamal dreymur, sum eydnaðist, tá Atlantic Airways fór á flog 28. mars 1988. Men hvør var tilgongdin? Hesar og aðrar spurningar seta vit Lassa Klein, sum ivaleyst er landsstýrismaðurin, sum meiri enn nakar annar fekk føroyingum luft undir veingirnar.
John Kruse lat herfyri úr hondum bókina Atlantsflog 30 ár. John, sum eisini var løgreglumaður á flogvøllinum í mong ár, vitjar útvarpsstovuna.
Lars Larsen er ein av stóru undangongumonnunum, tá talan er um flogferðslu í Føroyum. Vit hava hitt Lars Larsen, og hann verður at hoyra í byrjanini av seinra hálvleiki.
Fleiri og fleiri ferðast um Vága Floghavn. Vit spyrja nevndarforkvinnuna Kitty May Ellefsen um status og framtíð.
Eisini fara vit at fregnast hjá stjóra Atlantic Airways - Jóhonnu á Bergi, um eitt nú hvørjar ætlanir føroyska flogfelagið hevur framyvir.
Annika Jespersen fór longu í 1979 á flog sum flogterna, og tá var hon í starvi hjá Maersk Air. Og stutt eftir at Atlantic Airways fór á flog, fekk hon starv hjá føroyska flogfelagnum. Vit tosa við Anniku um eitt nú broytingarnar í ferðamynstrinum og hvat tú leggur dent á, tá eitt nýtt flogfar verður innrættað.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022