Nón

Nýggjur føroyskur heimildarfilmur
11-04-2018
Mentanarmikudagur við filmi, brúkslist og myndlist

Vit vitja Gallarí Norðoy í Keypmannahavn, sum føroyska Kristianna Norðoy eigur og rekur.
Vit fáa innlit í sniðgeving av brúkslutum, tá vit hitta arkitektin, Jóannes Petersen, ið hevur sniðgivi móttøkutallerkin, One hand plate.
Eisini er eitt ummæli í sendingini í dag. Jógvan Isaksen ummælir yrkingasuituna "OG" eftir Oddfríða Marna Rasmussen, og vit hoyra eisini, hvat Oddfríður segði um savnið, tá tað kom út.
Nýggjur heimildarfilmur við heitinum "Zacharias" hevur frumframførslu í Havnar Bio í kvøld kl. 20.00. Birgir Kruse kemur á gátt at greiða frá um filmin, sum Teitur Árnason hevur gjørt.
Og so fáa vit sum vant mikudagar nakrar klassiskar tónar at hoyra.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022