Nón

Ferðslan, fólkatalið, blaðstjóri og leiðandi menn
12-04-2018
Sendingin Nón, ið varð send hósdagin 12 apríl

Tað hevur verið nógv tosað um, hvussu ferðslan skal skipast, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Hvussu skal ferðslan skipast í Suðurstreymi, og hvussu skal hon skipast eysturoyarmegin. Armgarð Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki, greiðir í sendingini frá, hvør loysn Landsverk heldur vera ta bestu.


50.750 fólk búðu í Føroyum 1. mars í ár. Tað er ikki meira enn gott ár síðani, at vit fóru upp um 50.000 og heldur verandi gongd fram, verða vit 51.000 á Ólavsøku. Tað sær út til, at fólkavøksturin heldur fram, ella ger hann? Hans Pauli Strøm, sosiologur, greinar fólkavøksturin.


Nú kunnu allir føroyingar, sum hava hug, fáa ókeypis tónleikalæru á netinum - á føroyskum. Sunleif Rasmussen, komponistir, greiðir frá forritinum Meludia.


Hósdagsgesturin í dag er Tóra Effersøe Mortensen, nýggi blaðstjórin á Kvinnu, nú hennara fyrsta blaðútgáva er farin til prentingar.


Hvør ræður í samfelagnum. Hvør og hvat slag situr í flestu nevndunum. Og hvat kunnu vit brúka ta vitanina til. Tað verður tosað um síðst í sendingini, har at phd-sosiologarnar Christoph Ellersgaard og Anton Grau Larsen, ið hava skrivað bókina "Magteliten, og Svein Tróndarson, ið hevur sett nøvn á persónarnar innast í nevndarnetverkinum í Føroyum, greiða frá.

Lurta eftir Nón.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022