Nón

Nón í Vágum
19-04-2018
Krígsminni, saltfiskaumhvørvi og Beinta, the untold story. Í Vágum er ein stórur mentanararvur, sum varpað verður ljós á hetta vikuskiftið

Nógv er á skránni á Savnsfagnaðinum, sum verður í Vágum um vikuskifti. Vit tosa við stigtakaran og samskiparan, Rósu Samuelsen, sum eisini er forkvinna í Sandavágs Bygdasavni.
Jan Erik Simonsen er stigtakari til heimasíðuni Vágaskip. Jan Erik sigur okkum um maritima áhugan og framsýningina, sum verður í Høllini á Giljanesi.
Leygarkvøldið verður kvøldseta í Pakkhúsinum hjá Jógvani og Onnu Sophie í Sørvági. Vit tosa við Marnu Jacobsen, sum hetta kvøldið heldur fyrilestur um ullbinding og binding.
Illa Beinta var kanska ikki so ill kortini. Tað hevur Lydia Laksafoss funnið fram til, tá hon hevur granskað søguna. Vit hitta Lydiu Laksafoss, Jákup Paula í Eyðansstovu, Maritu Dalsgaard og Anniku Johannesen, sum øll gera sítt til spennandi tiltakið Beinta - the untold story, leygardagin.
Úti á Gjógv í Sandavági finna vit gamla saltfiskahúsið hjá Jógvan Elias Thomsen, sum er varðveitt sum ein perla og eitt minni um eina farna og týdningarmikla tíð í føroyskum vinnulívi. Og tað er Atli Gregersen, sum hevur tikið stig til at umvæla bæði fiskastykki og virkisbygningar. Vit tosa við Atla um verkætlanina og Heina F. Petersen um tíðina, tá nógv fiskaarbeiði var í húsinum.
Hetta og meiri afturat í Nón, sum varð send beinleiðis úr Kafé Manna í Miðvági.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022