- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Eitt samstarv millum DR og SVT hevur við sær, at eitt gamalt føroyskt gróthús nú verður endurbygt til eitt nýtt endamál. Vit frætta nærri, tá Hans Becker og Eyðun Eliasen vitja í Nón. Og hevur tú hug til at vera við til at endurbyggja hoyggjhúsið, kanst tú senda ein teldupost til hansvaerk@gmail.com
ALBUM er heiti á serstakum konsertleisti, har áhoyrarin kann hoyra eina live-útgávu av einum tónleikaverki frá gulløldini hjá rútmiska tónleikinum í 1970-árunum. Vit fregnast um tiltakið.
Beate L. Samuelsen er nývald forkvinna í Landsfelag Pensjonista - Beate er okkara Hósdagsgestur.
Kommunurnar í Suðuroy hava latið úr hondum drúgt álit um støðu og framtíð. Og í Eygleiðingini í dag skifta vit orð um Suðuroynna, tá orðaskifti verður millum eygleiðararnar Georg L. Petersen og John Johannesen.
Tú kanst hoyra sendingina her!