Nón

Hvør var Andrass Samuelsen?
14-09-2018
Eilif Samuelsen umrøður abba sín úr húsunum hjá Andrass Samuelsen í Haldarsvík

- Eg hevði ikki sjálvur atkvøtt fyri at danst skuldi vera undirvísingarmál í Føroyum, um eg var í tinginum tá. Men hetta var ein serlig tíð.

Eilif Samuelsen hevur sjálvur verið politikari og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, hann hevur verið lærari í føroyskum og hevur sjálvur umsett heimsbókmentir til føroyskt.

Abbi hansara Andrass Samuelsen var við til at stovna Sambandsflokkin og var Føroya fyrsti løgmaður eftir Heimastýrislógina í 1948. Andrass Samuelsen var eisini sum politikari við til at samtykkja, at danskt skuldi vera undirvísingar- og kirkjumál í Føroyum, og hetta var galdandi líka fram til 1938.

Eilif Samuelsen hevur stóra virðing fyri abba sínum og staðfestir, at hann var ein høvuðsorsøk til sín stóra áhuga fyri politikki.

Vit vitja barndómsheimið hjá Andrassi Samuelsen í Haldarsvík, og vit hoyra Eilif greiða frá um abba sín, soleiðis sum hann minnist hann.

Í sambandi við mentanardagar í Sunda kommunu skipar Sambandsflokkurin fyri temakvøldi um Andrass Samuelsen í Avhaldinum. Hóskvøldið fer Eilif Samuelsen at greiða frá politikaranum Andrass Samuelsen, og høvið verður eisini at vitja barndómsheimið hjá Andrassi, tey eita Mikkjals hús, sum eru bygd í 1830-árunum.

Her kanst tú hoyra samrøðuna við Eilif Samuelsen, sum Nón vitjaði í Haldarsvík.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022