Nón

Nón í Vestmanna
20-09-2018
Hvussu finnur tú Ársins Vestmenning, er ein av spurningunum, ið verður umrøddir á Staðnum í Vestmanna

Huglagið var fjálgt og hugnaligt, og borðreitt varð við fiskasúpan, pylsum og lskyns køkum, tá Nón vitjaði í Vestmanna.
Vit hittu Niels Petersen, ið hevur verið sløkkiliðsmaður síðani 1980. Hann sigur okkum um eitt nú stóru eldsbrunarnar í Vestmanna í 1969 og 1970, samstundis sum nomið verður við sløkkiliðið í dag.
Gyðja Hjalmarsdóttir er eitt av listarfólkunum, ið sýnir fram í kantinuni í Heilsumiðstøðini. Vit skifta orð við Gyðju um framsýningina og ymiskt annað eisini.
Vestmanna hevur í mong ár verið sera virkin, tá talan er um ferðavinnu. Gunnar Skúvadal sigur okkum um eitt nú virksemið og hvussu hildnast hevur higartil í ár.
Á Rógvu er eitt kent familjunavn í Vestmanna og hetta tosa vit um við Jákup í Gerðunum.
Útstykkingin á Grótbrúgv er nú liðug. Vit tosa við borgarstjóran Paula Trond Petersen um eitt nú útstykkingina, fólkatalið og framtíðarætlanir.
Páll Hell er søgufróður vestmenningur, ið sjálvur annar stendur fyri framsýning við myndum av Vestmanna fyrr og nú. Vit skifta orð við Páll um eitt nú hesa framsýning.
Og hvussu finnur tú Ársins Vestmenning er ein av spurningunum, ið vit umrøða saman við Maud Poulsen.
Tú kanst hoyra Nón sendingina úr Vestmanna her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022