- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Íslendski forsetin er gestur í Nón. Guðni Th. Jóhannesson greiðir millum annað frá, hví íslendingar eru so ernir av sínum fullveldi.
Íslendingar atkvøddu mestsum einmælt fyri fullveldinum. Vit tosa eisini við íslendska søgufrøðingin og høvundan Gunnar Thór Bjarnason um hetta, at eingin sambandsrørsla var yvirhøvur í Íslandi.
Hvat gjørdi, at Ísland fekk fullveldi í 1918? Og hvørjar eru orsøkir, búskaparligar og politiskar, at Ísland og Føroyar hildu so ymsa sjálvstýrisleið? Søgufrøðingarnir Erling Isholm og Hans Andrias Sølvará koma í útvarpsstovuna.
Tóra Tóroddsdóttir og Jóhann Ólavson eru íslendingar, sum hava búð nógv ár í Føroyum.
Hvussu ber tað til, at íslendingar standa seg so væl á altjóða ítróttarvøllum. Vit spyrja Una Arge, sum búleikaðist trý ár sum yrkisleikari í Íslandi.
Íslendska málið er ein sterkur partur av teirra samleika. Vit tosa við Turið Sigurðardóttir, bókmenta- og málfrøðing, um strevið at varðveita og menna málið.
Íslendski rithøvundurin Hallgrímur Helgason hevur skrivað politiska skaldsøgu um abbadóttir fyrsta forsetan í Íslandi. Vit ringja til høvundan.
Tematýsdagurin í Nón snarar um Ísland, og sendingin kann hoyrast her.