- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Útvarpið yvirlivir allar miðlar
19-10-2018
Hoyr vertin í Plátubarrini tosa um at gera útvarp, um alkoholismu, kærleika og lívið, sum tað er.
- Útvarpið er tann størsti miðilin í heiminum. Tað er lætt at handfara, og tú kanst brúka tað allastaðni. Útvarpið fer at yvirliva allar miðlar.
Soleiðis sigur Jákup Magnussen, kendi útvarpsverturin, sum nú fer undir enn ein vetur við Plátubarrini. Hann hevur ein heilt serligan tokka til útvarpið sum miðil - ein tokka hann fekk sum lítil smádrongur í Trongisvági, og sum hevur fylt hann alt lívið.
Jákup Magnussen var gestur í Nón, har hann tosaði um tónleik og setti orð á tað kenslurúmið, sum tónleikur hevur fylt í hansara í lívi. Hann tosar eisini um tað at vaksa upp á Tvøroyi, um góðan og minni góðan kærleika, og um at tað góða lívið byrjaði í 2001, tá ið hann gavst at drekka.
Hoyr sendingina her.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022