Nón

Nón - hósdagur 29.11.2018
29-11-2018
Nón sendir beinleiðis úr Leirvík. Vit tosa við borgarstjóran, íbúgvar og tilflytarar, tvey virkir og vit ummæla bók og nýggja Lugarið.

Í hesi Nón sending taka vit pulsin – beinleiðis í Leirvík.

Fólkatalið í Leirvík er vaksið støðugt síðani 1985. Tað minkaði eitt sindur mitt í 1990´unum, men vaks aftur, og serliga seinastu fýra árini eru nógv fólk flutt til bygdina. 

Hetta er jaligt, men hevur eisini við sær, at tørvur er á fleiri grundstykkjum og barnagarðsplássum, og tað er ein góð avbjóðing hjá kommununi. Hvat hevur kommunan arbeitt við í Leirvík seinastu árini, og hvat eru framtíðar vánirnar og ætlanirnar, spyrja vit borgarstjóran í Eystur kommunu, Jóhan Christiansen, um. 

Herfyri lat Lugarið upp í nýggjum hølum við nýggja bátahylin í Leirvík – vit práta við Albert Isfeldt, arkitekt, hvussu nýggi bygningurin og havnalagið sum heild riggar. 

Nógv virksemi hevur altíð verið á havnalagnum í Leirvík, og vit vitja tvey virkir, Tavuna og Norðfrá, har virkisleiðararnar Ingvard Joensen og Jógvan Martin Hansen greiða frá virkseminum.

Vit fara eisini á gátt hjá Onnu Djurhuus, sum er fødd og uppvaksin í Leirvík og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Og vit vitja eisini Paulu Thomsen og Flemming Rud Justinussen, sum eru tilflytarar. Vit spyrja tey um, hví tey hava búsett seg í Leirvík, og hví tað er ein góð bygd fyri ung sum eldri at búgva í. 

Eisini tosa vit við hjúnini Jórun og Osmund Justinussen, sum herfyri løgdu fram ævisøguna ”Í kjalarvørrinum – lív okkara”. Vit fregnast um bókina, tá vit hitta tey á Bátasavninum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022