- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í hesi Nón sending taka vit pulsin – beinleiðis í Leirvík.
Fólkatalið í Leirvík er vaksið støðugt síðani 1985. Tað minkaði eitt sindur mitt í 1990´unum, men vaks aftur, og serliga seinastu fýra árini eru nógv fólk flutt til bygdina.
Hetta er jaligt, men hevur eisini við sær, at tørvur er á fleiri grundstykkjum og barnagarðsplássum, og tað er ein góð avbjóðing hjá kommununi. Hvat hevur kommunan arbeitt við í Leirvík seinastu árini, og hvat eru framtíðar vánirnar og ætlanirnar, spyrja vit borgarstjóran í Eystur kommunu, Jóhan Christiansen, um.
Herfyri lat Lugarið upp í nýggjum hølum við nýggja bátahylin í Leirvík – vit práta við Albert Isfeldt, arkitekt, hvussu nýggi bygningurin og havnalagið sum heild riggar.
Nógv virksemi hevur altíð verið á havnalagnum í Leirvík, og vit vitja tvey virkir, Tavuna og Norðfrá, har virkisleiðararnar Ingvard Joensen og Jógvan Martin Hansen greiða frá virkseminum.
Vit fara eisini á gátt hjá Onnu Djurhuus, sum er fødd og uppvaksin í Leirvík og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Og vit vitja eisini Paulu Thomsen og Flemming Rud Justinussen, sum eru tilflytarar. Vit spyrja tey um, hví tey hava búsett seg í Leirvík, og hví tað er ein góð bygd fyri ung sum eldri at búgva í.
Eisini tosa vit við hjúnini Jórun og Osmund Justinussen, sum herfyri løgdu fram ævisøguna ”Í kjalarvørrinum – lív okkara”. Vit fregnast um bókina, tá vit hitta tey á Bátasavninum.