Nón

Feministurin Gudrun Schyman á vitjan í Føroyum
06-12-2018
Politikkur snýr seg um at tora at vera sjónligur sum menniskja - ein feministur er ein, sum kennir og vil broyta sosialu valdsskipanirnar.

Svenska undangongukvinna innan feminismu og í flokkinum, Feminisk Initiativ, Gudrun Schyman er í hesum døgum á vitjan í Føroyum í samaband við filmssýning. Harumframt var møguleiki hjá politiskum flokkum, feløgum, tíðindafólki og ungamannafeløgum v.fl. at hitta og práta við Gudruna. 

Vitjanin er fyriskipað av Demokratia, Javnstøðunevndin og Norðurlandahúsinum í samband við nýggjan heimildarfilm um Gudruna Schyman, eftir Hampus Linden, sum júst er frumframsýndur í londunum kring okkum, har áskoðarin fylgir hennara lívi og virki. Einum lívi, ið ikki bert hevur verið lætt, og hevur verið merkt av hørðum, miðvísum arbeiði fyri at basa rasismu, homofobi, hatri og nationalismu og fyri at menna javnstøðu og kærleika í einum samfelag og í einum heimi, Gudrun metir er farin av kós. 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022