Nón

Jólini hava altíð havt stóran týdning
06-12-2018
Hvussu sá jólastova út fyri 100 árum síðani, og hvørjir siðir vóru í 40´unum. Tað hevur Tórshavnar Býarsavn boð uppá í forvitnisligari framsýning!

Hvussu sá føroysk jólastova út um ár 1900? Hvussu sá hon út undir seinna heimsbardaga? Hvussu sá hon út undir læknastríðnum? Og hvussu var hon innrættað, tá ABBA spældi Waterloo?

Tað ber til at síggja á forvitnisligari framsýning, sum lat upp í Auluni í Finsen 2. desember. 

Tað er Tórshavnar Býarsavn, sum hevur gjørt framsýningina. Endamálið við henni er at lýsa jólini í høvuðsstaðnum gjøgnum tíðirnar. Hvaðani stava siðirnir, ið eru knýttir at jólunum, eitt nú jólatræið, jólagávurnar og jólamaðurin?

Framsýningin er opin til 23. desember hvønn dag millum klokkan 14 – 17, og er harumframt opin vikuskiftið 29. og 30. desember.

Adventsvikuskiftini er verkstova fyri børn kl. 14 – 17, har vit gera heimagjørt jólaprýði.

Vit tosaðu við Margrethu Nónklett, leiðara á Tórshavna Býarsavnið um nýggju framsýningina hjá savninum, sum lýsir jólini í fýra ymsum tíðarskeiðum. 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022